Tíðindaskriv.

Tað er einaferð um árið, at Ólavsøka er, syngja vit og hjá okkum í Bragdinum er eisini bara einaferð um árið, at Ólavsøkurenningin er !

Í fleiri ár hava vit hildið til niðri á Skálatrøð, har starturin er og soleiðis er eisini í ár. Runnið verður út á Bakka, fram við hugnaligu kaffistovunum har tað er sera áskoðaravinarligt, sjálvt um tað kann tykjast trongligt. Slætt og gott at renna og bara ein lítil brekka úti á Skálatrøð. Teinurin hjá teimum vaksnu er 5 km og børnini renna frá 430 metrum til 1,3 km, alt eftir hvørjum aldursbólki tey eru í.

Vit gleða okkum altíð til Ólavsøkurenningina. Fólk koma av bygd og bý og hjá nógvum byrjar Ólavsøkan við renningini. Útisetar eru eisini fúsir at melda til og sum árini ganga, síggja vit, at næsta ættarliðið kemur við at renna. Og ofta er okkurt yvirraskilsi, onkur stjørna, ung sum eldri, sum stingur seg fram.

Tilmeldingin er latin upp. Farið inn á bragdid.fo ella renn.fo og meldað til ! Jú fyrri tit melda til, lættari er hjá okkum at fyrireika. Og tað loysir seg at melda til áðrenn seinastu freistina, sum er tann 26.juli kl. 18.00, tí við tilmeldingini á staðnum, hækkar prísurin.

Startnummurini skulu heintast í Skeiva pakkhúsið á Høgu kai frá kl. 16.00-17.30 ! Renningin hjá teimum vaksnu byrjar kl. 18.00 og hjá børnunum rennur fyrsti bólkurin eftir ætlan kl. 18.40.

Leinki er her :

http://app.lap.io/event/2016-olavsoekurenning?lang=da/

Er veðrið gott, handa vit heiðursmerkini uttandura, annars fara vit inn aftur í Skeiva pakkhús.

Vit bjóða tykkum hjartaliga vælkomin til Ólavsøkurenningina.

Ólavsøka mynd 5 Ólavsøka mynd 4