Hetta vikuskiftið, sum nú er farið afturum, var ein bólkur av ungdómum við venjarum og leiðarum í Gøteborg til VU-Spelen. Úr Bragdinum vóru 12 íðkarar og venjarar/leiðarar. Hetta er 10. at landsliðið luttekur í VU-Spelen og íðkarahópurin í ár taldi 23. Leikirnir byrjaðu í 1996 og hava vaksið seg størri og størri og í ár vóru 3300 luttakarar og meira enn 8000 startir. Leikirnir eru altíð á Ullevie Stadion, sum er nógvar ferðir størri enn okkara Tórsbreyt, og har er lív í á allari breytini, frá fríggjakvøldinum til sunnukvøldið.

Fleiri góð persónlig met vórðu sett hetta vikuskiftið og eitt heiðursmerki fingu vit eisini. Tað var í spjótkasti har Elin Niclasen skuldi royna seg. Hon hevur sera góð evnir, sum kastari, men av tí at ein skaði hevur plágað hana, hevur hon ikki runnið so nógv, men heldur vant kast og tað sást so aftur. Hon vann silvur í spjótkasti gentur 13 ár. Longsta kastið var 34,07 metrar. Fremsta gentan var úr Finlandi, har spjótkast er tjóðarítrottur.

Kappingin er hørð og í hvørjari grein eru nógvir luttakarir, sum tey einki kenna til, men tey mennast og læra nógv av at verða við. Samb. heimasíðunu, renn.fo, vóru um 100 luttakarar til eina longdarlopskapping í einum ávísum aldursbólki og í einum øðrum vóru um 80, so bíðitíðin millum lopini er drúgv og tað er nakað heilt annað enn okkara íðkarar eru von við. Hóast tað, vórðu persónlig met sett í fleiri greinum. Jana Mittún var við fyri fyrstu ferð og rann 600 metrar og betraði tíðina hjá sær við 4 sekundum. Hans Erland rann eisini 600 metrar og setti persónligt met. Harafturat lupu og runnu onnur og settu persónligt met ella vóru líka við 😉

Vit í Bragdinum eru sera errin av tykkum og ynskja tykkum øllum hjartaliga til lukku og allar bestu eydnu framyvir.

Fleir tíðindir eru inni á renn.fo, sum Hallur Holm hevur skrivað.