Bragdið hevur nógvar ungar og ágrýtnar limir, sum venja úti alt árið, óansæð veður og vind. Fleiri ferðir um vikuna møta tey so trúføst upp til venjingarnar á Tórsbreyt. Vanliga venja tey seinnapartar, men nú er ein venjingartími lagdur afturat. Duruta, sum er hjálparvenjari og rennur nógv sjálv, hevur fingið upp í lag at venja hósmorgnar kl. 6.10 ! Tíðliga, halda fleiri, men undirtøkan er góð og tað legst bara afturat við íðkarum. Serliga eru tað tannáringagentur, sum møta upp, og enntá er onkur mamma komin við eisini. Hósmorgnar renna tær, so tær fáa fleiri kilometrar í beinini.

Kvinnurutan er á skránni næsta hósdag og aftaná fáa tær frukt ! Spennandi verður, um summarfrítíðin fer at órógva, ella um tær eru komnar í vanan at vakna tíðliga 🙂

Flott tit 🙂

Ung renna