Bragdið skipar fyri ókeypis venjing til Kvinnurenningina á Tórsbreyt í Havn. Byrjað verður hósdagin 9. juni kl. 17.
Bragdið bjóðar øllum kvinnum at koma og venja ókeypis til Kvinnurenningina.

ALLAR kunnu vera við – tit, sum ganga og kanska renna eitt lítið sindur, tit, sum ganga og renna, tit, sum hava runnið eina tíð – og sjálvandi eisini tit, sum hava runnið leingi. Venjingin er fyri ALLAR kvinnur, sama hvørjum formi tú ert – ella ikki ert í 😉

Vit venja á Tórsbreyt hesar tíðir:
Leygarmorgun kl. 8.30 og hósdag kl. 17.00.
Leygardagar eru styttri og longri túrar á skránni – summar ganga og renna styttri teinar og aðrar renna longri túrar. Hósdagar venja vit styrki og teknikk av ymsum slagi. Stuttlig intervallir, sum fáa pulsin upp eina løtu. Her verða vit deildar upp í ymsar bólkar – alt eftir hvussu vanar vit eru við at renna og venja.

Sunniva Bjarnastein og Ann Thomsen eru venjarar.
Ikki er neyðugt at melda til, tú møtir bara upp 🙂
Kom við – tað er gott fyri teg… Vit síggjast!