So er okkara størsta tiltak, Tórshavn Marathon, av á hesum sinni. Alt er ruddað og beint burtur, og býurin líkist sær sjálvum aftur.

Hesa ferð settu vit markið til 500 luttakarar, men vit kundu gott havt fleiri, tí sera nógvir fyrispurningar vóru um startnummur, tá freistin var farin. Orsøkin til markið var, at vit ikki skuldu missa tamarhaldið og at øll skuldu fáa eina góða uppliving. Hetta at so nógv fleiri koma við ger, at fleiri vaktir skulu finnast og depotini skulu mannast við fleiri fólkum. Í ár fingu vit so nýggjar royndir, og eru klár at taka ímóti fleiri luttakarum næsta ár.

385B1300 DJ4A0300 DJ4A0330 DJ4A0340 DJ4A0342

Veðrið var av tí allarfagrasta ! Og er tað nakað, sum kann fáa okkum í gott lag, so er tað veðrið. Tað merktist eisini á Vaglinum, áðrenn startin. Vaglið surraði alt sum tað var og øll vóru glað, líka frá gongufólkunum til marathon rennararnar. Heilsurenningin, ella gakk og renn tiltakið, var við aftur í ár og 135 høvdu meldað til. Vónandi koma fleiri afturat næsta ár.

Aftaná røður frá Jóhan E. Simonsen úr Bragdinum og sum er formaður í marathonbólkinum hjá okkum, forkvinnuni í Krabbameinsfelagnum Duritu Tausen og heilsumálaráðharranum, Sirið Stenberg, sum eisini taldi niður, fór allur riðilin avstað. Rutan var tann sama, sum seinasta ár, og heilsurennararnir runnu sama teinin, sum fyrr, áleið 5 km.

Ein bólkur úr Bragdinum hevði syrgt fyri at saft og frukt, borð og annað, sum skuldi brúkast á depotunum, varð pakkað í bilar. Og ein annar bólkur syrgdi fyri at koyra alt út fyrrapartin, so klárt var frá kl. 14.00. Í ár var aftur gjørt nógv burturúr at depotini skuldu verða so góð, sum gjørligt, og at øll, líka mikið um tað var fremsti rennarin ella gongufólk fingu líka góða tænastu. Eisini var nógv gjørt burturúr at vaktirnir vístu veg og sigast má, at tey øll vóru sera blíð og stuðlandi. Eyðkendu Rynkeby súkklararnir vóru úti á rutuni aftur í ár og tey, saman við øllum gongufólkunum, settu veruligan dám á. Politiið hevur fyri stuttum ognað sær traðkisúkklur, og teir vildu eisini verða við til okkara tiltak, fyri at vita, hvussu súkklurnar royndust. Stuttligt var at síggja fremsta ½ marathon rennaran, Andrias Hansen úr Bragdinum, koma niðan á Hjalla, við politista- og gulum súkklum aftaná sær. Giti at hann hevði munin 🙂

DJ4A0711 DJ4A1184 DJ4A1324

Bragdarennarar gjørdu bart. Andrias Hansen vann ½ marathon, Martin Gravesen og Krista Nielsen vunnu Tórshavn Marathon og gjørdust sostatt Føroyameistarar bæði tvey. Harafturat vunnu Martin og Krista gávukort frá Flog.fo.

Fríðrikur Bláhamar var speakari og megnaði tað uppgávuna væl. Herluf, Jóhan og Sunneva tóku sær nógvum uppgávum og runnu í millum og m.a. eisini av at handað heiðursmerkini og har var nógv at halda skil á, tí aldursbólkarnir eru nógvir. Men tað gekk sjálvandi eisini ! Nógvir Bragdarrennarar skuldu upp á pallin eftir heiðursmerkjum og tað eru vit sera fegin um. Fleiri settu persónligt met, fleiri runnu fyri fyrstu ferð bæði ½ og heilt marathon og onkur, sum royndi at ganga ½ marathon seinasta ár, hevði mót uppá at renna tað hesa ferð. Gott at síggja, at nógva venjingin hjá okkara limum, gevur úrslit.

Niðanfyri eru myndirnar av teimum, sum vunnu hálvt og heilt marathon í øllum bólkunum og sum tað sæst, er nógv blátt at síggja.

385B2284 385B2331 385B2380 385B2406 385B2538385B3150_385B3184385B3196385B3199385B3204385B3221385B3261385B3263385B3270385B3275

Aftaná renningina var suppa frá Birgiri Enni á fáa uttanfyri Reinsaríið. Og afturvið var skonkt øl frá Føroya Bjór. Inni í Reinsarínum var kaffi og te og eitt ordans køkuborð av besta føroyska slagið og nógv brúktu tann møguleikan at fara inn at seta seg. Ein sera hugnalig løta, har føroyingar og útlendingar møttust og kundu práta saman. Løtt um hjarta, tí renningin var yvirstaðin. Nú var bara tíð at slappa av og njóta løtuna.

Bigge 2016

Einasti luttakarin, sum hevur verið til øll 14 Tórshavn Marathon, er Hans Birgir Hansen. Tað sigst, at hann hevur rekordina í at hava runnið øll marathon, sum eru fyriskipað í einum landi. Sig so tað !

Leinki til úrslitini er her :

http://app.lap.io/event/2016-torshavn-marathon/results

Nógvir limir hava havt úr at gera, dagarnar frammanundan stóra degnum. Í tveimum umførum hava Bragdarlimir rudda økið frá rundkoyringini við Føroya Tele og heilt til Kaldbaksbotn og sigast má, at vit øtaðust. Vit vistu, at nógv órudd lá og sløddist á vegnum og við vegjaðaran, men at tað var so nógv, kom óvart á okkum. Upp í nógvar posar av ruski varð tað til.

Vit takka av hjarta fyri alla hjálpina, vit hava fingið. Nógv hava verið í gongd, frá chip nummarskrásetingum til køkubaking og alt har í millum. Tað er sera hugaligt, at ikki meira enn hálvt talað orð, so er hjálpin har. Tit eru øll gull verd, vaktir, saftblandarir, kaffikonur, fólkini í básinum og øll hini 🙂 Ringt at nevna øll, men tit skulu vita, at vit í Bragdinum seta stóran prís uppá at tit eru so hjálpsom. Skulu tó nevna góða samstarvið við Krabbameinsfelagið, Fólkaheilsuráðið, FÍF, Tórshavnar Kommunu, SMS, Sportigan, Føroya Bjór, MBM, PM, Visit Faroe Island og Tórshavn,  Samarittarnar og H71. Og ikki minst okkara góðu stuðlum, sum lýsa á bannarunum við mállinjuna.

Í dag, sjálvan Grundlógardagin, ganga nógv eym fólk runt í landinum. Gott at sunnudagurin hjá teimum flestu er frídagur, so tað ber til at koma fyri seg aftur, áðrenn arbeiðsvikan fer í gongd mánamorgunin.

Njótið myndirnar og upplivið túrin eina ferð afturat. Og er onkur mynd, sum tit kundu hugsa tykkum, so ber til at keypa sær hana.

http://www.einarvang.com/torshavnmarathon2016

Okkara næsta tiltak er leygardagin 11.juni, tá børn og ung kappast á Tórsbreyt.

Takk fyri hesa ferð.