Tórshavn Maraton 2016 slær øll met

Tórshavn Maraton nærkast og leygardagin 4. Juni fyllist Tórshavnar býur við føroyingum og útlendingum, sum fara at renna maraton, hálvt maraton, hálvt gongumaraton og Heilsurenning. Ongantíð áður hava so nógvir luttakarar meldað til maraton og vit hava tí verið noydd at avmarkaða luttøkuna til 500 rennarar.
Av teimum 500 rennarunum eru 195 útlendingar, sum koma úr 20 ymiskum londum. Flestu eru danir, meðan aðrir eru úr Kina, Russlandi, Estlandi, Rumenia og Ukraina. Vit seta fleiri met, umframt luttakarmet, tí ongantíð hava so nógv runnið ella gingið í hvørjari grein og ongantíð eru so nógvir útlendingar tilmeldaðir og úr so nógvum londum, sum hesa ferð. 136 hava teknað seg til heilt maraton, 165 til hálvt maraton og 199 til hálvt gongumaraton.
Hetta er 14. ferð, Tórshavn Maraton verður runnið. Upprunaliga rutan var til Kaldbaks, men fyri tveimum árum síðani broyttu vit rutuna, so hon nú spennir heilt frá Argjaboða til Kaldbaksbotn og rennararnir sostatt bæði sleppa at uppliva býin og sermerktu náttúruna. Í fjør bjóðaðu vit fyri fyrstu ferð, í samstarvi við Krabbameinsfelagið, møguleikan at ganga hálvt maraton, og undirtøkan var nógv størri, enn vit droymdu um. Tí var einki at ivast í, at hálvt gongumaraton aftur í ár skuldi verða í sambandi við Tórshavn Maraton. Eisini fara eyðkendu Rynkeby súkklararnir at súkkla aftur og fram á Kaldbaksvegnum og hetta skapar lív í saman við gongufólkunum.
Heilsurenningin aftur á skránni
Vælkenda Heilsurenningin, ið ikki hevur verið seinastu árini, verður aftur á skránni í ár og verður fyriskipað saman við Fólkaheilsuráðnum. Heilsurenningin er fyri øll, sum vilja út at røra seg og er samstundis, sum Tórshavn Maraton. Teinurin er 5 km og har er ikki fullteknað enn. Tilmeldingin fer fram á renn.fo og annars í SMS fríggjadagin 3.juni frá kl. 10.00-18.00.
Latið bilin standa
Startskotið til Tórshavn Maraton og Heilsurenningina verður á Vaglinum leygardagin 4.juni kl. 14.00. Ferðslan verður tí avmarkað í býnum, á Argjum og á vegnum til Kaldbaksbotn, men fryntlig vaktarfólk standa við síðuvegirnar og hjálpa fegin, um okkurt er. Vit vóna, at so nógv sum gjørligt koma at stuðla teimum sum renna, bæði í býnum og á rutuni annars. Eitt smíl, eitt róp ella klapp ger undurverkir fyri rennaran.
Vit gleða okkum og tit eru vælkomin við út á gøturnar.