Tríggjar Stórkappingar eru tilsamans og tann fyrsta var leygardagin 21.mai. Feløgini skiftast um at skipa fyri saman við FÍF og hesa ferð var tað Hvirlan, sum átti tørn. Veðrið var av tí allarfagrasta og fleiri áskoðarar høvdu leitað sær á Tórsbreyt. Og tað er eitt sindur hugaligari at kappast, tá summar er í luftini.

Fleiri áhugaverdar kappingar vóru og tvey føroysk met vóru sett. Margit W. Frímundsdóttir úr Bragdinum fekk besta úrslitið á 100 m, nøkur føroysk kvinna hevur fingið við el-tíðtøku. Føroyska metið er frá 1994, men tað var tíðin tikin við hond, og tá 24/100 sekund skulu leggjast afturat, eru tíðirnar nú javnsettar. Og eisini Rebekka Fuglø úr Treysti setti føroyskt met á 1000m, har hon tók 1 sekund frá sínum egna meti. Fleiri bólkamet vóru sett og inni á renn.fo er áhugaverd grein og úrslit. Leinki er her :

http://fif.fo/fif/tvey-foroysk-met-i-fyrstu-tf-storkappingini/

44

Eiri, her avmyndaður flaggdagin, setti bólkamet í rimarenning í gjár.