Nú eru nakrir dagar farnir, síðani FM í ½ marathon var í Klaksvík. Rutan var broytt í ár, í mun til undanfarin ár, og burtur vóru brekkurnar, so at rutan nú var sløtt. Eini 130 høvdu meldað til og sum altíð, vóru fleiri rennarar úr Bragdinum við.

Ikki er so vanligt at hava haru við til kappingar her heima, men tað var so hesa ferð. Ætlanin hjá Eiriki Hansen var at koma undir 1,15, men hann rann bara eitt lítið sindur seinni, enn hann hevði ætlað. Vit vænta og vóna at Eirikur koyrir á víðari og at tað eydnast honum at røkka málinum, hann hevur sett sær, nú tað ikki manglar so øgiliga nógv í. Eirikur var nummar tvey í Klaksvík og beiggin Andrias Hansen var nummar trý. Martin Gravesen og Henry Olsen vóru ávíkavíst nummar tvey og trý hjá veteranunum og superveteran kvinnurnar, Sunneva Olsen, Elisabeth Rasmussen og Jessie Hansen áttu trý tey fremstu plássini. Eisini var Jósvein Herup Olsen næst á mál hjá superveteran monnunum. Ann-Mari av Skarði var fremsta Bragdarkvinnan í opna bólkinum og kom á mál sum nummar fýra.

Nú vóru Bragdarkvinnurnar, sum møguliga høvdu blandað seg í toppin, ikki við, men vit hava nakrar óførar kvinnur í felagnum, sum møta upp til allar kappingarnar. Til vetrarkappingina var luttøkan úr okkara felagið so góð, sum ongantíð áður, og tær møttu eisini so trúfastar upp í Klaksvík til ½ marathon. Gott nokk var eingin topp plasering, men næstan allar settu persónligt met ! Sig so tað ! Men tað eru tær ikki komnar sovandi til. Afturat teimum føstu venjingartíðunum vit hava í Bragdinum, hava tær lagt tveir dagar afturat. Tær vóru eini tríggjar, fýra kvinnur í byrjanini, men har legst afturat fyri hvørja ferð, vant verður, so tær nú eru minst tíggju ella fleiri, sum renna hesar dagarnar. Tær eiga alt rós uppiborið og munnu tær ikki allar standa klárar niðri á Vaglinum til Tórshavn Marathon ? Tað vóna vit 🙂

Kaldar Klax

Øll úrslitini eru her :

http://treysti.fo/news-oll+urslitini+ns+halvmaraton+klaksvik+2016.htm