Síðani 2006 hava ungir limir úr Bragdinum luttikið í Tårnby Games. Fyrsta árið fóru fýra luttakarir avstað, og í ár vóru tað 24 luttakarar í aldrinum 6 til 19 ár, sum luttóku. Fleiri nýggj andlit vóru við, sum ongantíð høvdu kappast við øðrum enn føroyingum og onkur hevði heldur ikki kappast á breyt fyrr. Ferðaliðið taldi tilsamans 44 og afturat íðkararnum vóru venjarar, leiðarar, foreldur og systkin. Næstan øll búðu á Copenhagen Go Hotel eins og undanfarin ár.  Tað er eitt bíligt hotell, sum liggur eitt hanagleiv frá Stadion, kømurini eru fín og morgunmaturin, sum er við í okkara prísi, er eisini á einari leið. Eingin fer svangur frá morgunmatarborðinum.

IMG_3925[1]imageIMG_3961[1]IMG_3950[1]

Upprunin til at Bragdið luttekur við í Tårnby Games, er frá mai 2006. Súni Jacobsen var barna- og ungdómsvenjari tá og við á ferðini, saman við Súna, vóru : Bjørk Herup Olsen, Rannvá Djurholm, Rúni Seloy og Regin Joensen. Jósvein, pápi Bjørk og Símun, pápi Regin vóru eisini við. Bjørk skuldi renna 100, 200, 800 og 1500 m, Rannvá 200, 800 og 1500 m, Rúni 80, 200, 800 og 1500 m og Regin skuldi renna 60, 100, 400 og 800 metrar. Tað var ikki so vanligt, at ungir rennarar fóru av landinum at kappast, og bæði í Dimmalætting og Sosialinum var ein tíðindastubbi um hendingina, bæði áðrenn tey fóru og eisini vóru úrslitini kunngjørd aftaná. So tá skrivaðu fjølmiðlarnir um annað enn fótbólt !

Tað gekk eisini væl hjá teimum í 2006. Bjørk setti føroyskt met á 1500 m teininum, gentur 14-15 ár, við tíðini 5.11.96 og varð hon nummar 2. Bestu tíðina hevði ein donsk, sum rann 5.07.27. Til samanberingar við 1500 metrarnar í ár, rann vinnarin við tíðini 4.49.28 og okkara Unna Ró Jacobsen rann 5.33.58.

Hjá Regini Joensen, sum vann gull í 800 m, dreingir 10-11 ár, gekk eisini væl og hann rann teinin uppá 2.40.63 beint framman fyri ein dana, 2.40.82, so her var sera hørð kapping. Í ár vann Jónas Isaksen sama aldursbólk við tíðini 2.28.29.

Eisini Rúni Seloy, sum í ár var áskoðari,  fekk heiðursmerki í 2006 ! Hann varð nummar 3 á 1500 m í bólkinum dreingir 12-13 ár, við tíðini 5.11.59.  Og í ár rann hósvíksingurin Hans Erland Thomsen 1500 m við tíðini 4.56.51 og var nummar tvey.

Einki stendur í greinini um, hvussu veðrið var tá, men í ár var tað sera heitt at renna, eini 20-25 hitastig og tað er í hvussu so er nakað heitari umstøður, enn tey vanliga kappast í og umráðandi var ikki at verða ov nógv í sólini, millum kappingarnar. Til fyrstu kappingina var ferðalagið ikki var so stórt, so tá lá tað væl fyri at búleikast í einari læntari íbúð og at gera mat har. Sunneva, mamma Bjørk, skuldi til Svøríkis á skeið, men legði ferðina soleiðis til rættis, at hon kundi gera teimum ein góðan bita, áðrenn hon fór víðari. Nú er ferðalagið nakað stórt til slíkar umstøður og tí kemur tað væl við, at hotelli liggur so væl, fyri ikki at tala um Netto handilin. Yvir um vegin at keypa inn til dagin, og manglar okkurt, er skjótt at renna oman aftur.

Enn renna nøkur av teimum, sum vóru við frá byrjan. Súni hevur runnið fleiri marathon síðani, Bjørk hevur verið úti í verðini og roynt seg, og roynir at koma uppaftur, aftaná drúgvan skaða, og Rúni roynir at hanga í. Um vikuskiftið er hann við í Stórkappingini á Tórsbreyt. Regin er meir ella minni givin, men vónandi finnur hann skógvarnar fram aftur. Rannvá hevur búsett seg í New Zealandi og hana hava vit ikki hoyrt nógv um, tá um renning ræður.

Tårnby Games er liðugt á hesum sinni. Um alt gongur, sum tað plagar, so fer enn eitt ferðalag av landinum næsta ár.

http://d.mars-net.dk/liveboard/Events?meetId=65eb167e-06ec-47c2-b5dc-ef08e9b4c6b5

(Kelda : Jósvein og Sunneva)