So er fyrsta náttin í Tårnby farin afturum og leikirnir, Tårnby Games settir í gongd kl 12.00. Yvir 800 íðkarar eru við og Bragdið er við í 110 startum.

image

Aftaná morgunmatin var felagsfundur uttanfyri í góðveðrinum. Venjararnir býttu íðkararnar millum sín, men ábyrgdin at møta upp til ymsu kappingarnar, hava íðkararnir sjálvir. Venjararnir løgdu dent á, at tað týdningarmesta var, at øll gjørdu sítt besta. Og tað hava tey so sanniliga gjørt ! Fleiri góð úrslit  eru komin, persónlig met, bólkamet, og onkur heiðursmerki eru komin í hús. Jónas Isaksen, Eiri J. Glerfoss og Andreas B. Antoft vórðu á sigursskamlinum. Jónas vann silvur í 400 m og 60 m, Eiri gull í 60 m hekk, Andreas gull i hæddarlopi. Harafturat kláraði Erna Krett kravtíðina í longdarlopi í sínum aldursbólki, Jónas bólkamet í longdarlopi og 400 m og Bára bólkamet í longdarlopi.

Alt er væl skipað í okkara leiri. Bragdið hevur verið við í fleiri ár og tískil eru royndirnar góðar. Hotelli liggur 3-400 m frá stadion, so skjótt er at ganga ímillum. Mammurnar samla pengar inn og keypa mat til dagarnar í Netto, sum er hinumegin vegin, og so liggur væl fyri at trilla fulla innkeypsvognin yvir á stadion. Søtmeti og tílíkt er bannað, líka inn til seinasta kappingin er liðug, men eingin gongur svangur. Her er matur til ta stóru gullmedaljuna ! Breyð við viðskera, fruktir av alskyns slagi, turkað frukt og nøtur og so ein rúgva av vatni. Her er heitt og tí er umráðandi at drekka nógv !

image

Døgurðan leygarkvøldið eta vit í einari bowlinghøll beint við síðuna av hotellinum. Aftaná er einki á skránni, uttan at taka tað róligt og gera seg kláran til enn ein dag á Tårnby Stadion.

Tårnby søgan heldur fram seinni 😊