Aftur í ár luttaka vit í Tårnby Games, sum verður hetta vikuskiftið, 7. og 8.mai. Hópurin telur 42 fólk, harav 21 íðkarar í aldrinum 6 til 19 ár. Øll hini eru venjarar og leiðarar og so foreldur og systkin. Kappingarnar koyra frá tíðliga leygarmorgunin og enda sunnukvøldið.

Bragdið hevur luttikið í Tårnby Games í nógv ár. Tey fyrstu, sum fóru avstað eru vaksin í dag og onkur av teimum er aktiv enn. Vit hava valt, at øll sum venja javnan og hava hug at koma við, sleppa við. Eisini tey, sum ikki hava klárað krøv, so hetta er ein breiður hópur, sum fer avstað. Vit eru spent til ferðina, og tað ger tað ikki verri, at veðurgudarnir lova sól og summar í Danmark, so úlpurnar og húgvurnar verða býttar um við summarklæðir og sólkrem.

Vit lata frætta frá okkum, tá kappingarnar eru byrjaðar.