Flaggdagsrenningin, sum í ár er nummar 30 í røðini, er tann elsta renningin í Føroyum. Nógv er broytt síðani fyrstu kappingina, tá 39 luttakarar vóru við, og tá tað hava verið flest, runnu um 600 við. Vit bjóða øllum, ungum sum eldri, at verða vælkomin við. Tíðindaskrivið sæst her :

Dagarnir gerast aftur longri og ljósari og Flaggdagurin nærkast og tí eisini afturvendandi Flaggdagsrenningin, sum í ár er tann 30. í røðini. Bragdið skipar, sum vanligt fyri renningini, sum aftur í ár, byrjar og endar á Kongabrúnna. Renningin byrjar kl. 16, beint aftaná flaggdagshaldið á Vaglinum. Børn og vaksin, roynd og óroynd fara at royna seg og virkir fara at kappast. Rutan er tann sama sum í 2015, byrja á Kongabrúnni og renna so fram við Strond og nakað út um Boðanesheimið at venda. Hesin teinur skal rennast 2 ferð. Teinurin hjá vaksnum er knappar 7 km.

Minstu børnini renna frá Kongabrúnni, út til rundkoyringina við pylsuvognin og aftur á mál, uml. 500m. Størru børnini renna út til portrið í Nyhavn (Schengen) og aftur á mál, ella uml. 1000m.

Heiðursmerkir verða latin til trý tey fremstu í hvørjum bólki, hjá børnum og  vaksnum. Vinnarar hjá børnum og vaksnum fáa somuleiðis ein góðan vinning, sum er eitt gávukort.

Stuttleikarenningin er vælegnað til tey, sum fegin vilja ganga og renna, uttan at kappast. Mammur, pápar, ommur, abbar, gummur, gubbar, mammu- og pápabeiggjar, bindiklubbar, ja øll vaksin sum hava hug at røra seg. Eingin tíðtaking er til hendan bólkin og tey velja sjálvi, um tey ganga/renna 3,5 ella 6,9 km. Stuttleikarennarar eru ikki við í liðkappingini.

Bólkarnir verða hesir:

  • Gentur og dreingir fødd (2007 og seinni)
  • Gentur og dreingir fødd (2005-2006)
  • Gentur og dreingir fødd (2003-2004)
  • Kvinnur og menn opin bólkur fødd (-2002)
  • Kvinnur og menn veteranar (1961-1970)
  • Kvinnur og menn superveteranar (-1960)
  • Stuttleikarenning – vaksin, fødd (-2002)

 

Luttøkugjaldið er 40 kr. fyri børn og 100 kr. fyri vaksin, og skal gjaldast on-line. Leinki er her : 

http://app.lap.io/event/2016-flaggdagsrenning

 

Tilmeldingin er opin til leygardagin 23. apríl kl. 18. Ongin tilmelding á staðnum. (Undantak er til Stuttleikarenning).

Startnummur verða útflýggjað á Flaggdegnum, frá kl. 13 – 15 í Snarskivuni.

 

Umframt at tað er einstaklingakapping, er Flaggdagsrenningin eisini ein kapping millum virkir, skúlar, stovnar o.t. nevnd firmakapping. Luttakarar í firmakappingini, skulu vera í føstum starvi fyri at telja við. Menn og kvinnur eru ikki á sama liði. Tað skulu vera 3-5 luttakarar á einum liði og 3 tær fremstu plaseringarnar telja við. Tað liðið sum fær fægst stig er vinnari. Í firmakappingini er eisini gott gávukort til vinnarar, sum Bowlinghøllin á Hálsi letur. Bara vaksin eru við í liðkappingini, ikki børn og Stuttleikarenning. Tað er sera umráðandi, at skriva liðnavn eins, fyri luttakarar á sama liði.