Seinasta renningin í Vetrarkappingini var í Runavík, tá 10 km teinurin, sum er DAF góðkendur, skuldi rennast. Marna, sum býr og rennur í Danmark, men eisini er Bragdarkvinna, kom heim at renna og vann sannførandi. Tíðin var 35.32 og var hon um 4 min framman fyri Rebekku.

Vetrarkappingin er ikki bara einstaklingakapping, tí samstundis hevur tað verið kapping fyri lið. Vit í Bragdinum hava lagt nógva orku í at møta væl upp í ár og serliga á kvinnusíðuni hevur uppmøtingin verið góð. Eisini hava vit skipað fyri at bussur hevur koyrt til kappingarnar úti á bygd, og teir túrarnir hava verið góðir.

Á renn.fo hevur Hallur Holm eina fína frágreiðing um seinastu kappingina. Vit loyva okkum at læna greinina og leggja leinki her :

http://fif.fo/uncategorized/12331/

Av 33 rennarum, sum møttu til allar 8 kappingarnar, vóru 25 úr Bragdinum ! Tað er vit sera errin av.

Vit ynskja øllum til lukku, bæði teimum sum fingu heiðursmerki og eisini øllum hinum, sum so trúføst møttu til kappingarnar og vildu brúka tíð og orku til kappingarnar.

Næsta kappingin verður Flaggdagin kl. 16.00