Seinasta leygardag, 12.mars, var næstseinasta umfar í vetrarkappingini runnið í Vági. Yvir 70 luttakarar høvdu sett sær dagin av og úr Bragdinum var aftur hesa ferð ein stórur hópur, sum fór við Smyrli leygarmorgunin.

Rutan var nýggj hesa ferð og hjá teimum flestu var hon nakað tung, tí rennast skuldi niðan eftir fleiri brekkum. Øll komu tó á mál í øllum góðum. Úrslitini eru her :

http://fif.fo/tidindi/rigmor-og-eirikur-sigradu-i-vagi/

Argjaboðabrøðurnir komu á mál sum nummar eitt og tvey, Eirikur tann fyrri og í hølunum á honum kom lítlibeiggin Andrias. Trý´ararnir í øllum bólkunum vóru úr Bragdinum, uttan í opna bólkinum hjá monnunum, og harafturat áttu vit eisini tvey´ararnar í opna bólkinum kvinnur og menn, veteranunum kvinnur og menn og superveteran kvinnunum. Hvistan skipaði eisini fyri rennikapping fyri yngri børn og har vann Nils, sonur Eirik, sannførandi.

Hvistan bjóðaði kaffi og frukt í VB høllini og kl. 14.00 var heiðursmerkjahandanin á Hotel Bakkanum. Aftaná handanina var buffét, sum vit høvdu teknað okkum til áðrenn ferðina. Og sum vanligt, tá vit eru í Suðuroynni, gingu vit ein túr gjøgnum Vágs bygd, og tá Pálshøll er komin síðani seinast vit vóru har, gingu vit ein túr yvirum at forvitnast.

Smyril sigldi kl. 18.30 av Tvøroyri og tá klokkan nærkaðist níggju, skiltust okkara vegir, aftaná at hava verið saman síðani kl 7 ! Ein góður túrur var komin at enda.

Vit takka Hvistuni fyri blíðskapin. Næsta kapping, sum er tann seinasta í vetrarkappingini, er leygardagin 19.mars og hesa ferð byrjar renningin kl. 15.00

Niðanfyri eru myndir frá degnum :

https://picasaweb.google.com/117242881555420040312/TFVK7IVagiMyndirJoannesNPoulsen#