Góðu limir 🙂

Vit skipa fyri felags busskoyring til Runavíkar leygardagin 19.mars. Bussurin fer av Tórsbreyt kl. 13.00 og allir limir, sum skulu renna til seinastu kappingina í Vetrarkappingini, eru vælkomnir við.

Renningin byrjar kl. 15.00. Aftaná renningina er heiðursmerkjahandan í skúlanum við Løkin og tá hetta er seinasta kappingin, vita vit frá undanfarnu árum, at tann løtan er drúgv. So vita tit tað.

Minnist til at melda til renningina á renn.fo

Vit síggjast blá og í góðum hýri leygardagin kl. 13.00 🙂