Leygardagin, 20.februar, var sætta umfarið í vetrarkappingini á Fossánesi. Vit fóru tíðliga av Tórsbreyt við bussinum, sum var leigaður til endamálið og kl. 8.45 fór ein næstan fullur bussur av Tórsbreyt. Veðrið í Havn var gott, stilt og kalt, men longur norður vit komu, verri sá veðrið út til at blíva. Aftaná trongu tunlarnar, har bussførarin mátti hava tunguna mitt í munninum og bara hyggja beint fram, vóru vit á Fossánesi.

Upphitingin fór fram í køldum kavaveðrið og vit sóu út sum kavamenn. Ein partur av rutuni er í bønum og fram við ánni niðan á vegin, og har skuldi man ikki verða bangin fyri at smokka niður í rununa. Hart at koma niðan á, so tað tók eina løtu at fáa ferðina uppaftur. Men hóast keðiligt veður og harða rutu, komu øll heilskapað á mál, við undantak av onkrum lítlum óhappi.

VK6 niðanáVK6 Rógvi

 

Vinnararnir vóru, eins og seinast, Rebekka og Jan Elmar úr Treysti. Nýggjur í topp trý í opna bólkinum hjá monnum, var hesa ferð okkara, Andrias Hansen. Hann var eitt petti framman fyri beiggjan, Eirik. Onkra staðni var spenningur í, m.a. hjá superveteran kvinnunum, har Elisabeth bara var 3 sekund frá fyrstaplássinum. Hesa ferð settu vit okkum á fleiri triðjapláss, hjá dreingjunum, mansunglingunum, opna bólkinum hjá monnunum, superveteranmonnunum, hjá veteranmonnunum, har vit eisini fingu fyrsta plássið. Í opna bólkinum hjá kvinnunum fingu vit ikki bara triðjaplássi, men øll plássini aftur til nummar átta, áðrenn onnur feløg komu í millum. Veterankvinnurnar fingu annað og triðjapláss og superkvinnurnar áttu næstan øll plássini, frá øðrum til fimta pláss. Øll úrslitini eru á leinkjuni niðanfyri :

http://fif.fo/fif/avgjordu-rebekka-og-jan-elmar-tf-vetrarkappingina/

Tað tók eina góða løtu, til heiðursmerkjahandanin var og tá nógv er á skránni ein vanligan leygardag, vóru fleiri av teimum, sum skuldu taka ímóti heiðursmerkjum, farin til hús. Treysti bjóðaði ein góðan drekkamunn við nýbakaðum vaflum og øðrum góðum, og tílikar løtur, har tað verður tosað upp á tvørs av feløgunum, eru altíð góðar løtur.

VK6 hugnaløta

Veðurlíkindini kunnu vit einki gera við, men kvinnurnar kundu gott hugsa sær, at brúsuviðurskiftini í skúlanum, vóru nakrar strálur sterkari 😉 Vit skiftust um seks brúsur, har tað næstan bara dryppaði úr. Annars takka vit fyri eina góða kapping og gleða okkum til tað næstu, sum verður í Vági tann 12. mars.