Vk 4 var runnið í Sørvági í dag, leygardagin 16.januar. Seinasta ár var renningin útsett í nakrar tímar vegna ov nógvan kava og hálku, men tað vildu fyrireikararnir ikki skuldi henda í ár, og tí bórust tíðindini í gjárkvøldið, at teinurin var broyttur. Í staðin fyri at renna úr Sørvági til tunnilsmunnan til Gásadals og aftur, var ein teinur á 3 km funnin í bygdini, sum so skuldi rennast fýra ferðir. Trupuleiki var at fáa saltað vegin til Gásadals, og í staðin fekk Frælsi avtalu við Sørvágs Kommunu, at salta bygdavegin. Og væl var saltað, tí væl var rennandi !

Úrslitini eru á leinkjuni niðanfyri. Okkara freelance myndamaður, Hilmar, tók nakrar myndir, sum eisini eru niðanfyri. Á stólunum, har eingin stendur, eiga Bragdamenn at standa, Martin Gravesen veteranur og Kári Simonsen superveteranur. Teir vóru farnir heim, tá handanin var. Ein mynd manglar, av gentunum. Maria Biskopstø og Oddvør Josephsen, báðar Treysta gentur, vóru nummar eitt og tvey og Unna Ró Jacobsen úr Bragdinum var nummar trý.

http://fif.fo/tidindi/rebekka-og-jan-elmar-vunnu-i-sorvagi/

Vit ynskja øllum til lukku við heiðursmerkjunum, bæði teimum bláu og øllum hinum 😉

Manga takk, Frælsi, fyri vælsmakkandi suppu og køkur. Ein hugnalig løta saman við góðum fólki.

Og eisini eru vit so sera fegin um tað stóru bláu luttøkuna. Tað er hugaligt, tá undirtøkan er so góð, at bussurin næstan er ov lítil til øll 😉

Næsta kapping er Lendisrenningin, 13.februar, sum verður runnin í Hoydølum og sum samstundis er FM og tí eru tað FÍF og Bragdið, sum skipa fyri.

IMAG4895 IMAG4902IMAG4899IMAG4904rIMAG4900IMAG4909IMAG4892Felagsmyndin, sum skuldi rúgva meiri, tí fleiri vóru farin til hús :)