Rennarar eru eitt fólkaslag fyri seg ! Eitt harðført fólkaslag ! Og tað var so dyggiliga víst í dag, tá triðja vetrarkappingin var runnin úti á Argjum. Avlýsingarnar fuku rundan um okkum, flogferðslan darvað, Ternan avlýsti yvir um Nólsoyarfjørð, men renningin var sum hon átti. Yvir 80 gjøgnum førdu, bara eitt vet færri luttakarar, enn til hinar kappingarnar.

Men…. ! Tað var ikki frítt, at tað var við bivandi hjarta, tá startrópið ljóðaði og allur riðilin fór avstað. Tí tað var vindur alla staðni – ímóti og inn á síðuna, so tað ráddi um, í mest møguligan mun, at renna saman við onkrum, so tað lívdi. Men tað er ikki altíð tað ber til. Ná, men leiðin var frá skúlanum á Argjahamri, út á Glyvursnes at venda og sama veg heim aftur. Oman eftir Glyvursvegnum, niðan móti AB húsinum, eftir vegnum niðan móti gøtuni, sum leiðir móti húsunum á Kongavarða og so aftur til skúlan, uml. 8,9 km tilsamans. Og vindurin kom ikki í ryggin fyrr enn á seinasta strekkinum, og tá føldist tað, sum man fór flúgvandi avstað. Børnini runnu ikki út á Glyvursnes, so tey fingu tíbetur ikki tað ringasta veðrið.

Hjá monnunum var aftur hesa ferð ein nýggjur VK vinnari, Julian Gregersen, og hjá kvinnunum vann Rebekka Fuglø, júst sum hon gjørdi seinast. Sjálvandi høvdu vit hugsað okkum, at tað var eitt sindur bláari í oddinum, men fleiri kappingar eru eftir enn, so tað man fara at koma 😉 Øll úrslitini eru á leinkjuni niðan fyri :

http://fif.fo/tidindi/julian-gregersen-tridji-vinnarin/

Aftur hesa ferð var ein riðil av Bragdarlimum, sum runnu við og tað frøast vit um. Unna Ró, Hans Erland, Rógvi Kárason og Steingrímur og øll hini eldru. Og eisini hesa ferð, rann Niels, sonur Eirik við teimum vaksnu.Ungdómsbólkurin mannaði hesa ferð vaktpostarnar, saman við venjarum og øðrum góðum fólkum.

Løtan uttanfyri aftaná renningina var stutt, tí tað ráddi um at sleppa inn í hitan og undan vindinum, sum skjótast.  Sera góðir møguleikar vóru at sleppa í brúsu og at skifta í skúlanum á Argjahamri og inni á lærarastovuni fingu vit heitt kakao og bollar, saman við kaffi og te. Har handaðu vit eisini heiðursmerkini. Sum altíð ein góð løta, saman við góðum fólki.

Øllum tykkum, sum altíð eru klár at hjálpa til, takka vit hjartaliga. Vaktpostarnar úti í kuldanum, tíðtakingarfólkini, tit sum flýggjaðu nummrini út, køkshjálpirnar Annu Sofíu, Anju, Mary Joy og Jákupu og ikki minst, tykkum sum ruddaðu upp aftaná. Bollabakikonurnar, MBM og Damfar fáa eisini eina tøkk fyri vælsmakkandi stuðulin.

Vit eru sera takksom fyri at skúlastjórin í skúlanum á Argjahamri við vælvild lænti okkum skúlan hesa løtuna. Og um tað verður, sum vit ælta, so eru vit úti á hamrinum aftur um eitt ár :)

Næsta kappingin, VK 4, verður í Vágunum tann 16.januar. Men stúri ikki, vit venja sum vit plaga og okkara næsta felags rennitiltak verður 2.jólamorgun, tá vit renna til øll jólatrøini í býnum og hava ein drekkamunn aftaná.